Alfred Olsen
Valevni á Sambandslistanum
Altjóðageringin fer sum ein ylur um allan heimin í dag, og tí eru fyribrigdi sum altjóðasamfelagið ella heimssamfelagið blivin alt meira viðkomandi fyri okkum føroyingar.
Sambandsflokkurin metir, at Føroyar skulu vera ein partur av altjóðageringini og fáa ávirkan á gongdina og fáa okkara lut í tí ágóðanum, sum stendst av globaliseringini.
Sambandsflokkurin tekur tí sjálvandi ikki undir við teimum afturhaldsflokkum her heima, sum vilja grava seg niður, hava nokk í sær sjálvum, og hvørki tora ella vilja síggja verðuleikan í eyguni.
Sambandsflokkurin er tí einasti flokkur sum veruliga vil virka fyri:
?At tey ungu fáa markleysar útbúgvingarmøguleikar runt um í heiminum.
?At tey sjúku fáa markleysar viðgerðarmøguleikar her heima og úti.
?At arbeiðsfólk fáa fríða atgongd til størv runt um í heiminum.
?At sjófólk okkara ikki blívur avmarkað til størv á brúnni, maskinrúminum v.m. í ríkinum og úti í verðini.
?At vinnan fær fríða atgongd til rávøruna og keypsmarknaðin fyri sína framleiðslu, við betri handilsavtalum við umheimin og øktum kvotum.
?At peningastreymurin hevur fríða atgongd til íløgur í føroysk virkir á landi, og at føroyskir íleggjararar hava fríða atgongd til íløgur uttanlands.
?At styrkja tað persónliga frælsi og øktum møguleikum fyri at fáa ávirkan, hjá hvørjum einasta føroyingi, og at skapa eina vinnu, sum virkar undir fríðum marknaðartreytum.
Uttanlands hava vit ávirkan, við tað at handilsflotin, fiskivinnan og alivinnan hava sett føroyingar sum skipsførarar og leiðarar, og Sambandsflokkurin vil virka fyri, at sama hendir í tænastuvinnunum, diplomatinum og mentunarlívinum uttanlands, tí harvið fáa vit ávirkan innan hesi økir.
Sambandsflokkurin virkar fyri, at tann einstaki persónurin, tann einstaka fyritøkan og alt tað føroyska samfelagið skal fáa mest møguliga ávirkan og lut í altjóðageringini.
Vel framtíðina, vel menningina, vel trygdina, vel Sambandsflokkin.










