Á triðja evnisdegi Tjóðveldisfloksins undir heitinum »Koma og ávirka« var vinnu - og alheimspolitikkur Tjóðveldisfloksins viðgjørdur.
- Í hølunum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini hevði Eysturoyar Tjóðveldisfelag fyrireikað evnisdagin sum var ser væleydnaður og vælmannaður, sigur Tjóðveldisflokkurin í tíðindaskrivi.
Stevnumið floksins verða á hesum evnisdøgum endurskoðað, har nýggj fólk sleppa framat við atfinningum og nýhugsan og nýggj uppskot koma á borðið.
Saman við framsøgufólkum floksins hava serfrøðingar innlegg um evnini, sum eru til viðgerðar.
Tórbjørn Jacobsen hevði eitt innlegg um vinnupolitikkin hjá flokkinum fjøltáttað og sjálvberandi vinnulív. Høgni Hoydal legði fram um alheimspolitikkin í stevnumiðunum.
Gordon Ejdesgaard, búskaparfrøðingur, hevði síðan fyrilestur um vinnupolitikkin við serligum atliti til einskiljingar og vandarnar fyri at spæla sær týdingarmikil virði av hondum.
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, tosaði um alheimsgerð og millumtjóða avtalur, har hann vísti á møguleikarnar við altjóðagerð og einskiljingum, sum hann metti at føroyingar ikki skulu ræðast.
Ólavur Gregersen, vinnulívsmaður, legði síðani fram sínar hugsanir um vinnuligu avbjóðingarnar hjá føroyska samfelagnum við serligum denti á at fáa útbúgvið fólk og vitan at vaksa í føroyskum vinnulívi.
Ein røð av uppskotum vórðu orðað, sum serliga løgdu dent á hesi mál:
at føroyingar skulu styrkja sín altjóða førleika og altjóða samstarv á øllum økjum
at Føroyar, Ísland, Grønland og Noreg eiga at gerast eitt fríhandilsøki og standa saman um sáttmálar við ES og aðrar felagsskapir
at einskiljingar skulu fremjast við greiðum treytum soleiðis, at føroyskt vinnulív mennist og kastar av sær til føroyska samfelagið. Og ikki eftir tí tilvildarligu leið, sum landsstýrið tykist ganga, ið kunnu elva til »russiskar tilstandir«, har stór virði verða givin burtur og avkastið sent av landinum.
at fiskiloyvi og aliloyvi skulu bjóðast út umvegis ein almennan banka og avkastið skal koma landinum til góðar
Á fundinum kom fram, at tingbólkur Tjóðveldisfloksins í næstum fer at leggja síni boð fram á ting um almennu veiðiloyvini, sigur Tjóðveldisflokkurin at enda í tíðindaskrivi.