Allur føroyskur fiskiskapur skal hava altjóða umhøvrvisgóðkenning í 2015. Tað segði løgmaður í gjár í nýggjársrøðu síni.
Hann vísti á, at fiskivinnan skal vera lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygg.
Landsstýrið er farið undir eina stigvísa ætlan, sum skal endurreisa fiskastovnarnar. Málið er, at í 2015 skal allur føroyskur fiskiskapur hava altjóða umhvørvisgóðkenning. Vit skulu áseta treytir og gera broytingar fyri at fáa meira fisk uppá land í Føroyum, soleiðis at vinnan fær betri møguleika at virðisøkja hann, segði løgmaður.