Nú verður aftur eitt altjóðamøti í Siloa í Fuglafirði hesaferð sunnukvøldið 26. mai kl. 18.
Møtið er fyrst og fremst ætlað útlendingum, sum skilja enskt. Tí er alt, sum fer fram á møtinum, á enskum máli. Hugsað verður bæði um fólk úr øðrum londum, ið búgva ella ferðast í Føroyum og eisini um sjómenn, sum í løtuni liggja inni við skipum.
Á møtinum verður nógvur góður felagssangur, og sangbólkurin Seven av Toftum fer at syngja nakrar sangir. Eisini verður ein stutt tala. Eftir møtið verða øll boðin til eina máltíð.