Fríggjadagin er altjóða ST dagur. Dagurin verður hátíðarhildin á ymsan hátt kring allan heimin
Og føroyska ST felagið hevur sent út eitt opið bræv, har tey nýta høvi til at minna á, at fríggjadagurin 24. oktober er altjóða ST dagur. Dagurin er kosin av heimssamfelagnum at hátíðarhalda, at Sameindu Tjóðir varð sett á stovn.
Dagurin verður hátíðarhildin á ymsan hátt ? ofta við tiltøkum, ið lýsa, hvat ST er, hví tað varð sett á stovn, hvat endamálið hjá stovninum er og so framvegis.
Føroyska ST felagið heitir í brævi sínum á bæði fjølmiðlar og skúlar um at luttaka í hesum hátíðarhaldinum.










