Altjóða sangskrivaraskeið í Føroyum

Nú verður høvið at fara á sangskrivaraskeið við amerikanaranum Brett Perkins á Gjáargarði 3. - 10. apríl. Sangskrivaraskeiðið er fyri luttakarar úr fleiri londum, og eisini føroyingar hava møguleika at tilmelda seg. -Náttúran í Føroyum gevur sera góðan íblástur til at skriva sangir, og hugnaliga umhvørvið í Gjáargarði er fullkomið til eitt tílíkt skeið, sigur Brett Perkins, sum hevur verið í Føroyum fyrr og skipað fyri sangskrivaraskeiði fyri føroyskar og danskar sangskrivarar.

Brett Perkins hevur í 10 ár skipað fyri sangskrivaraskeiðum í Danmark, Írlandi, Svøríki og USA, og hann vil fegin hava Føroyar sum eitt fast stað at bjóða sangskrivarum at koma til.

-Tað, at seta sangskrivarar úr fleri ymiskum londum saman at skriva sangir, gevur eitt heilt serstakt úrslit, sigur Brett Perkins.

-Og nú hava útlendskir sangskrivarar so møguleika at fáa íblástur frá tykkara frálíku náttúru og mentan, sigur hann.

Síðstu ferð Brett Perkins hevði sangskrivaraskeið í Føroyum, endaði skeiðið við eini konsert, og so verður eisini hesu ferð.