Altjóða sáttmálin um rættindi teirra brekaðu

Sjálvstýri merkir at vit stýra sjálvi. Vit mugu velja ávirkan og politikk fyrst og fremst

Skal eg sum landsnevndarlimur taka undir við, at Sjálvstýrisflokkurin fer undir skipa samstarv við samgonguna, fari eg at leggja áherðslu á, at altjóða sáttmálin um rættindi teirra brekaðu verður lagdur fyri Løgtingið og samtyktur í ár. Hetta lovaði Sjálvstýrisflokkurin eisini í valskrá síni til veljarans á løgtingsvalinum.

 

Løgfrøðiliga forðar einki fyri, at Føroya Løgting samtykkir at staðfesta sáttmálan, hvørki sambært ásetingunum í sáttmálanum ella sambært føroyskari lóg. Eftir at sáttmálin er settur í gildi fyri Føroyar, hava føroyskir myndugleikar eina tvey ára freist, áðrenn fyrsta frágreiðingin skal latast ST um, hvussu sáttmálin verður fylgdur, og hvørjar framtíðar ætlanirnar eru.

 

Í bæði ólavsøkurøðuni 2007 og 2008 var løgmaður jaligur fyri at seta sáttmálan í gildi. Tíverri er arbeiðið strandað í einum arbeiðsbólki, mannaður fyrst og fremst av embætisverkinum, og hevur tað víst seg at vera lítil áhugi at arbeiða miðvíst við málinum.

 

Nú má vera liðugt at súlta málið í nevnd, tí tíðin er búgvin at handla, so Føroyar ikki enn einaferð gerast eftirbátur á tí altjóða økinum.

 

Sáttmálin er av alstórum týdningi fyri tey sum bera brek; og fyri hvønn dag sum gongur at málið verður súltað, verri verður at koma afturumaftur.