Kl. 15 byrjar tann søguliga løtan, tá HB og svensku Elfsborg fara at spæla fyrra intertotodystin á graslíkinum á ovara vølli í Gundadali. Og fegnast nógv um, at tey føroysku liðini nú kunnu spæla altjóða dystir á einum undirlagi, sum tey eru von við. Tó verður ikki alt, sum tað plagar at verða til formuladystir í Gundadali. Øll sum koma til dyst MUGU brúka ein av teimum góðkendu stólunum, sum finnast í HB-húsinum, B36-húsinum og í vestara skýlinum. Loyvt verður ikki at standa framvið vøllinum, og uppi á bakkanum. Summi plaga at ganga og vála fyri at práta við fólk, tá formuladystur er í Gundadali. Tað verður heldur ikki loyvt í dag. Í hálvleikssteðginum verður heldur ikki loyvt hjá teimum smáu at fara út á vøllin at spæla fótbólt, eins og tey gera til formuladystir í Gundadali. Talan er um altjóða dyst, sum má fylgja altjóða reglum. HB hevur sett nógv eyka vaktarfólk til dystin í dag, sum kunnu vegleiða øllum teimum, sum koma til dyst í dag.










