Tónleikur
Eyðun Klakstein
????????????????
? Hetta er nógv tað størsta, sum vit hava verið í nánd av.
Tað sigur gittarspælarin og sangarin í rockbólkinum Týr um sambandið, sum bólkurin hevur fingið við týsku deildina hjá altjóða plátufelagnum Roadrunner Records.
Her er ikki talan um kurteisligan áhuga í forbífartinum, men um ein so veruligan áhuga, at týski stjórin í felagnum kemur til Føroya at uppliva Týr á konsert.
Týr er ein av bólkunum, sum skal spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík miðskeiðis í august mánaði, og tá koma tvey umborð fyri plátufelagið til Klaksvíkar at lurta.
? Vit hava havt samband við teir í eina tíð, og tað var millum annað tí, at vit vóru í Týsklandi og spældu herfyri. Nú vilja teir gjarna uppliva okkum einaferð afturat, og teir koma til Føroya at gera tað, sigur Heri Joensen.
Ein fløga endaði hjá plátufelagnum
Roadrunner Records gevur harðan rocktónleik út, og teir hava kend nøvn sum Slipknot, Nickelback og Machine Head í sínari legu. Felagið hevur deildir í USA, Japan, Australia, Spania, Italia og øðrum europeiskum londum, so talan er veruliga um eitt altjóða plátufelag.
? Tá ið vit sendu okkara fløgur til ummælarar, útvarpsstøðir og onnur, endaði ein av fløgunum hjá hesum plátufelagnum, tí ein umboðsmaður fyri felagið hoyrdi fløguna og helt, at tað var nakað fyri teir, greiðir Heri Joensen frá.
Síðani hevur samband verið millum Týr og Roadrunner, og nú er tað sambandið blivið so gott, at tosað hevur verið um ein møguligan sáttmála millum partarnar.
? Vit vóna, at tað fer at eydnast okkum at fáa ein sáttmála, og so kann tað blíva eitt stórt gjøgnumbrot fyri okkum, sigur Heri Joensen.
Heilt serligur tónleikur
Týr hevur seinnu árini verið ein tann virknasti føroyski tónleikabólkurin í útlandinum, og málið hjá teimum hevur allatíðina verið, at teir skuldu gerast yrkistónleikarar.
Týr er kent í Íslandi, og teir hava eisini spælt í Russlandi, Týsklandi, Noregi og í fleiri øðrum londum.
Teir hava verið treiskir og hava ikki givið upp. Onkrar útskiftingar hava verið í bólkinum, men kjarnin í Týr hevur hildið áfram. Áhaldandi arbeiðið og stóri hugurin at spæla er nú við at bera frukt, og tað kemst fyrst og fremst av, at Týr hevur funnið sín samleika sum rockbólkur. Samanblandingin av klassiskum rocktónleiki á la Black Sabbath og teir sermerktu norrønu tónarnir og føroysku kvæðini hava gjørt Týr til nakað heilt serligt.
? Tað, sum hetta plátufelagið er áhuga í, er okkara serligi tónleikur, og tað eru ikki minst kvæðini, sum gera tað. Teir siga seg ikki hava hoyrt slíkan rocktónleik áður, og tí hava teir sýnt okkum so stóran áhuga, sigur Heri Joensen.
Týr vónar nú, at áhugin hjá týska plátufelagnum verður ikki minni, eftir at teir hava upplivað Týr í Føroyum.
? Vit vóna sjálvandi, at vit fáa møguleikan at geva okkara tónleik út í so nógvum londum sum gjørligt, sigur Heri Joensen.
Og møguleikin er nú avgjørt fyri, at Ormurin Langi kann náa enn longur út í heim.
??????
Týr
Heri Joensen ? gittar og sang.
Ótto P. Arnarson - gittar
Gunnar Thomsen ? bass
Kári Streymoy ? trummur
Bólkurin kom rættiliga fram í Prix Føroyum í 2001, tá ið Ormurin Langi rungaði um allar geilar. Fólk tóku sera væl ímóti bólkinum, sum eisini kom í finaluna í Prix Føroyum hetta árið. Har fingu teir kjansin at spæla á Jelling Festivalinum, og bólkurin hevði ársins hitt í føroyskum útvarpi tað árið.
Síðani hevur bólkurin gjørt nógv um seg. Hann hevur givið tvær fløgur út, hevur verið á konsertferð ymsastaðni í Norðurlondum og var millum annað eitt heitt navn í Íslandi í farna ári. Aftur í ár hava teir spælt í Íslandi.