Altjóða Pinkubarnadeyða dagur

Fyrstu ferð Altjóða Pinkubarnadeyða dagur er hildin í Føroyum

Í dag 15. okt. er Altjóða Pinkubarnadeyða dagur fyrstu ferð hildin í Føroyum.  

 

Í samband við dagin verður skipað fyri Opið Hús í Beranum (Niels Finsensgøta 32) kl. 18.30.

 

 

Vit tendra ljós fyri okkara børnum kl. 18.45, soleiðis, at øll ljós eru tendraði kl. 19. Vit bjóða kaffi/te og køkur, sigur Gunnvá Mohr.

 

 

Tiltakið er kring allan heimin, har foreldur og familjur teirra savnast saman, tendra ljós og minnast síni børn.