Altjóða neyðhjálparadagur í dag

Dagurin í dag, 19. August, er altjóða neyðhjálparadagur.

- Altjóða Neyðhjálparadagur er møguleiki at hátíðarhalda menn og kvinnur, ið arbeiða fyri at bjarga lívum og varðveita heilsuna á teimum, ið eru ávirkað av neyðstøðum, hvørt tær eru av stríði ella náttúruvanlukkum. Hesar eru ofta lívshóttandi støður, og tey, ið veita hjálp, seta teirra egna lív í vanda, sigur Dr. Margareth Chan, aðalskrivari í ST.

- Hesin dagur er eisini ein møguleiki at minnast tey hjálparfólk, ið mistu teirra lív, meðan tey hjálptu øðrum. Tey eru nógv, og tey koma úr samstarvsfelagsskapum í ST, Reyða Krossi og Reyða Hálvmána, og fleiri millumtjóða og uttantjóðafelagsskapum. ST minnist síni egnu starvsfólk, ið hava mist teirra lív, við stórari sorg, men eisini í stórari virðing, greiðir Dr. Margareth Chan frá.