Altjóða luttøkan kravdi sítt í vikuskiftinum

Fótbóltur: KÍ heilsnávaði og B36 meiri enn hálvsnávaði, og hóast teir framdu gott avrik í Gundadali, so bendir nógv á, at tað verður meiri enn torført hjá sumbingum at varðveita plássið í bestu deildini

Fjúrtanda umfarið í fótbóltslandskappingini var ein áminning um, at bólturin framvegis er rundur, og at tað framvegis ber til hjá teimum smáu at fáa eitt gott úrslit ímóti teimum stóru.

Einasta uppgerðin hesa ferð millum tvey lið, sum vóru omanfyri miðstrikuna, var tann í Gøtu, har heimaliðið vann sannførandi á NSÍ. Ósigurin hjá NSÍ ger, at tað verður strevið hjá teimum at vinna seg av fimta plássinum og upp á fjórða plássið, sum teir so ógvuliga fegnir vilja hava fatur í.

Sigurin hjá GÍ ger, at teir aftur fingu um endan í kappingini um FM, og við úrslitunum hjá HB hesa ferð í huga er einki at siga til, at teir í Gøtu enn eina ferð iðra seg um, at teir taptu móti HB. Um gøtumenn høvdu havt tey trý stigini frá HB dystinum, so høvdu teir ligið stavn um stavn við tey bæði oddaliðini.


Toppurin

Fyri fyrstu ferð síðani fyri summarsteðgin er B36 ovast á støðutalvuni. Klaksvíkingar heilkiksaðu í Vági, og B36 menninir meiri enn hálvkiksaðu heima á Sandi.

Bæði B71 og VB hava verið nógv verri fyri enn tey bæði liðini, sum vitjaðu á Sandi og í Vági sunnudagin, og hóast vágbingar plaga at vera boysnir at boyggja á Vágseiði, so var tað óvæntað, at teir skuldu vinna á KÍ. Uppaftur meiri óvæntað var tað, at sandoyingar skuldu megna í allar 90 minuttirnar at halda tætt móti B36, sum hevur skorað nógv flest mál higartil í ár.

Einki skal takast frá vágbingum, sandoyingum og teirra avrikum, men tað er ikki undarligt, tá Europa Cup luttøkan verður tikin fram sum ein møgulig orsøk til, at tað ikki hilnaðist so væl hesa ferð hjá KÍ og B36. Klaksvíkingar hava síðsta vikuna ferðast langt, og fyri teir mundi tað kennast óheppið, at teir skuldu heilt til Vágs dagin eftir, at teir vóru komnir aftur úr Eysturríki.

Hóast teir fegnir vildu og ætlaðu sær at vera á tærnum, so er væl skiljandi, um tað hevur verið eitt sindur torført hjá B36 monnunum at hála alla ta orkuna fram, sum skal til fyri at vinna á Sandi. Teir høvdu vónað at vunnið á Ankaragücü, og teir stríddust fyri tí, men tað miseydnaðist, og tað kendist sum eitt satt vónbrot.

Undan vikuskiftinum segði Tomislav Sivic, at umframt dystin á Sandi skuldu teir vinna tveir aðrar landskappingardystir fyri at fáa meistaraskapin til høldar. Hetta roknar hann framvegis við, og hann sær framvegis tað sum neyðugt, at annar sigurin verður móti KÍ.

Sunnudagurin vísti, at eingir dystir eru lættir, men hóast hetta, so má skráin hjá KÍ metast at vera eitt vet lættari enn tann hjá B36. KÍ skal hitta Sumba og ÍF á heimavølli, og so verður tað truplari, tá teir skulu til Runavíkar og í Gundadal.

B36 hevur øll hini liðini omanfyri miðstrikuna á skránni. Fyrst skulu teir stríðast við grannarnar, sum eftir eyðmýkjandi avrikið móti Sumba kunnu pjøssa um vánaligt kappingarár við at vinna á grannunum, og so skl B36 til Gøtu, áðrenn KÍ kemur at vitja. Í síðsta umfarinum skal B36 spæla í Runavík.

Tað kann hugsast, at talan verður um rætta finalu, tá KÍ í næstsíðsta umfarinum skal spæla móti B36 í Gundadali, men um GÍ vinnur á B36, og um KÍ hálvsnávar onkra staðni, so kann talan fara at gerast um kapping millum trý feløg. GÍ skal næstu ferð til Sumbiar, og eftir vitjanina av B36 skulu teir spæla í Fuglafirði, áðrenn teir runda av við vitjan av toftamonnum.


UEFA kámast

HB hevði sum mál at endurvinna greipuna. Teir komu ikki í steypafinaluna, og fyri tveimum umførum avskrivaðu teir FM møguleikan. Síðani hevur málið verið at rokkið UEFA Cup plássi, men javnleikurin móti sumbingum ger, at tann møguleikin er við at hvørva. Tað eru fýra umfør eftir av kappingini, og HB er fýra stig aftanfyri GÍ.

Tað telur kortini HB til fyrimunar, at teir eftir grannauppgerðina, sum viðhaldsfólkini mugu rokna við, at teir fara at leggja alt tað í, sum ikki er komið til sjóndar í nógvum øðrum dystum, í trimum teimum síðstu umførunum skulu spæla móti liðum, ið eru niðanfyri miðstrikuna. Men úrslitið móti Sumba vísti, at tað er ikki sjálvskrivað, at HB vinnur, sjálvt um teir spæla móti teimum á pappírinum veikastu.


Sumba næstan fokið

Hóast avrikið hjá sumbingum í Gundadali var gott, so fóru teir suður aftur nærri niðurflytingini, enn tá teir komu norður. Tað hevur verið sagt, at kanska fóru teir í síðsta umfarinum í Vági at stríðast við heimaliðið um at sleppa undan niðurflyting, men soleiðis verður tað ikki, tí nú er VB komið úr øllum niðurflytingarvanda, og tá vágbingar annan sunnudag fara á Svangaskarð verður tað í vónini at koma upp á síðuna av B68.

Toftamenn høvdu vónað, at dysturin móti fuglfirðingum fór at vera fyrsta takið í somu góðu røðini, sum teir høvdu undan summarsteðginum, men soleiðis gekk tað ikki, og nú er tað meiri upplagt at hyggja aftur um seg, heldur enn at vinna fimta plássið.

ÍF vann á Svangaskarði, og harvið styrktu teir væl um sínar møguleikar. Annan sunnudag fáa teir vitjan av B71. Um ÍF tapir tað, sum er eftir at spæla um, so kann tað vera, at Sumba fær teir aftur, um sumbingar vinna eina ferð, men málmunurin hjá sumbingum er verri, enn hann er hjá ÍF. Um ÍF fær stig móti sandoyingum, so verður tað uppaftur meiri torført hjá Sumba, sum neyvan kann rokna við at endurtaka úrtøkuna í Gundadali, tá teir næstu tvær ferðirnar skulu spæla móti FM kandidatunum úr Gøtu og Klaksvík. Men úrslitini í fjúrtanda umfarinum mintu okkum á, at bólturin er rundur, og at einki skal takast fyri givið.