Altjóða leiðari vitjar í Føroyum

Altjóða OM leiðarin Lawrence Tong úr Singapore vitjar føroyska felagsskapin í hesi vikuni

Føroyski parturin av OM missiónsfelagsskapinum fær í vikuni vitjan av leiðaranum fyri altjóða felagsskapin.

Talan er um Lawrence Tong úr Singapore, sum vitjar í Føroyum frá týsdegnum fimta september og fram til fríggjadagin áttanda september.

Sambært heimasíðuni om.fo eru ørindini hjá altjóða leiðaranum í Føroyum at kunna seg við arbeiðið hjá OM í Føroyum.

OM Føroyar skipar eitt nú fyri, at fólk fara við missiónsskipinuym Logos Hope, sum OM eigur, og at fólk fara í bæði langtíðar og styttri tíðar missiónsarbeiði uttanlands. Tað er OM, sum skipar fyri stóru altjóða leguni, Teenstreet, sum hvørt summar er í Týsklandi. Har plaga umleið fýra hundrað føroyingar at vera við.yrgja fyri

 

Hóskvøldið verður limakvøld í Kelduni í Skálafirði, og tá fer Lawrence Tong at greiða frá arbeiðnum hjá OM kring knøttin.