Tiltak
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík, Sosialurin: Endamálið við degnum var at savna kvinnur til bøn, eins væl og peningur varð savnaður inn til vælgerandi endamál.
Altjóða Kvinnubønardagurin er eitt afturvendandi tiltak her á landinum, og í ár vóru 20 ár liðin, síðani hann fyrstu ferð varð hildin í Klaksvík.
Góð uppmøting
Eini 30 kvinnur vóru við til tiltakið í ár, og vóru hetta kvinnur í øllum aldri og frá ymsum trúarbólkum.
Hesar kvinnur bóðu saman, sungu saman og fingu eisini ein góðan kaffimunn saman.
Á sjálvum tiltakinum varð peningur savnaður inn til vælgerandi endamál, hesuferð til hjálp í Rumenia. Absalon Matras hevur gjørt fleiri túrar til Rumenia, har hann hevur býtt klæðir út millum tey fátæku, og helt hann ein fyrilestur um hesar túrar.
Frá fyrireikarunum frætta vit, at stórur áhugi var fyri hesum fyrilestri, og tá tiltakið var komið at enda, vóru um 2000 krónur savnaðar inn til endamálið.
Tvørkirkuligt tiltak
Altjóða Kvinnubønardagurin er eitt altjóða, tvørkirkjuligt tiltak, hvørs endamál er at savna kvinnur til bøn fyr teim fátøku kring allan heimin.
Evnið hendan dagin var "Verið Sátt", sum er tikið úr einum versi í Bíbliuni.









