Fótbóltur
Mikukvøldið var 5. umfar í Formuladeildini fingið frá hondini. Úrslitini vóru soleiðis, sum tað kundi roknast við, og tað hevði við sær, at tað gjørdist tættari bæði í toppinum og í botninum.
Í toppinum er EB/Streymur nú undir liðini á HB, og NSÍ hevur við sigrinum á ÍF togað seg upp undir liðina á B36.
Men tað kundi havt sæð øðrvísi út, um ÍF hevði havt marginalirnar á sínari síðu. Burtur úr tveimum teimum seinastu umførunum hava uppflytararnir fingið eitt stig. Mikukvøldið misnýttu teir brotsspark í síðstu løtu, og harvið mistu teir eitt stig á stokkinum. Bólturin rakti í tvørtræið, tá ið Áki Petersen royndi seg úr ellivu metrum. Síðstu lítlu løtuna ímóti KÍ raktu fuglfirðingar tvær ferðir í tvørtræið. Høvdu marginalirnir verið við, so hevði ÍF verið oddalið við tólv stigum. Nú hevur ÍF sjey stig!
Í botninum lættu bæði B68 og KÍ sær við sigrum á. Hesi bæði liðini hittast á Svangaskarði sunnudagin, og hjá møguligum vinnara av tí uppgerðini fer síðsta hálva vikan at bera stóra úrtøku við sær.
Í altjóða høpi var tað merkisvert, at vinstri vongverji á landsliðnum hesa ferð ikki var millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ. Tað var eisini merkisvert, at tað tykist vera torført hjá teimum fremstu á landsliðnum at finna vegin til meskarnar.
Christian Høgni Jacobsen og Andrew av Fløtum eru við til at manna álopið hjá HB, sum er oddalið. Men hesar seinastu vikurnar hevur tað gingið illa við málskjótingini. Tríggjar ferðir hesa seinastu tíðina hevur úrslitið verið málleysur javnleikur: í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini, í landskappingardystinum á Toftum og mikukvøldið í landskappingardystinum ímóti B36.
Rógvi Jacoben hevur skorað fáu landsliðsmálini, sum Føroyar hava fingið seinastu nógvu ferðirnar. Í Noregi skoraði hann nakrar ferðir í fyrstu dystunum. Tær seinastu ferðirnar hevur hann ikki funnið vegin til meskarnar, men kanska goymir hann málini, inntil landsliðið aftur skal í eldin.
Samantalda máltalið í hesum umfarinum var trettan ella tað sama, sum tað var bæði í 2. og 3. umfari. Í 4. umfari vórðu bara ellivu mál skorað. Tað hevur altso verið rættuliga málfátækt. Einasta ferðin, at málverjarnir ofta hava verið í netinum eftir bóltinum, var í 1. umfari, tá ið 25 mál fóru ígjøgnum. Tá vórðu níggju skorað í Gundadali, tá ið HB vann 8-1 ímóti Skála.
Higartil eru spældir 25 landskappingardystir. Samlaða máltalið er 75 ella í miðal snøgliga 3,0 mál. Flest mál hava HB og EB/Streymur skorað (13 í part), og fægst mál hevur B68 skorað. Toftamenn hava higartil bara skorað tríggjar ferðir.
5. umfar verður næstu dagarnar. Sunnudagin ÍF-B71, B68-KÍ og B36-Skála, mándagin NSÍ-EB/Streymur og týsdagin Víkingur-HB.
Tað er ógvuliga merkisvert, at skráin er løgd soleiðis, at nýggja B36 liðið ikki skal úr Gundadali at royna seg fyrren í 7. umfari, sum verður um tvær vikur. Tá skal B36 spæla í Klaksvík. Tó skuldi dysturin hjá B36 móti NSÍ fyri trimum vikum síðani av røttum verið spældur í Runavík, men NSÍ vil hava heimadyst á eystanstevnu. Tað hevði FSF ikki tikið hædd fyri, og tí valdu feløgini at skifta heima- og útidyst um.