Veiðihættir
WWF, Heimsnáttúrustovnurin, bjóðar nú til eina kapping um skynsamar veiðihættir.
Orsøkin er, at fiskimenn um allan heim hvønn dag veiða fisk, sum teir ikki hava loyvi at veiða og føra til lands, eins og teir veiða fisk, sum teir ikki vilja hava. Tí enda velduga stórar nøgdir av góðum fiski hvønn dag nyttuleyst á havsins botni.
Altjóða kapping
Nú fer so Heimsnáttúrustovnurin undir eina altjóða kapping, har vinningarnir eru reiður peningur.
Endamálð við hesum er at finna fram til skynsamar veiðihættir, soleiðis at minni fiskur doyr óneyðugt og fellur á botnin sum burturkast.
Sambært WWF doyggja eini 55.000 tons av góðum fiski hvønn dag, sum ongastaðni koma til gagns. Fiskurin verður tveittur um lúnningina og í havið aftur.
Lata virðislønir
Høvuðsvirðislønin er 150.000 krónur, og haraftrat letur stovnurin tvær virðislønir, sum hvør er upp á 30.000 krónur
Virðislønirnar verða lætnar teimum loysnum, sum best og bíligast kunnu minka um nøgdina av óynsktari hjáveiði.