Altjóða Holocaustdagur er í dag

27. januar er altjóða minnisdagur fyri Holocaust. Tað var 27. Januar 1945, at russiski herurin náddi størstu týningarleguna hjá Nazitýsklandi, Auschwitz-Birkenau, og sett teir fangarnar, ið vóru eftir har, leysar.

Í 2005 samtykti ST, at hetta skuldi vera ein altjóða minnisdagur. 6 milliónir jødar og hundraðtúsundtals onnur lótu lív í týsku týningarlegunum.

##med2##

Endamálið við altjóða minnisdegnum er at eggja øll limalondini hjá ST at heiðra minnið um tey, ið doyðu í týningarlegunum, og heitir á limalondini at menna undirvísingartilfar um týningarsøguna, millum annað fyri at fyribyrgja at slík fólkamorð skulu henda aftur. Nám hevur ment undirvísingartilfar um Holocaust til brúks í undirvísing í føroysku skúlunum.

##med3##

Skipað verður fyri minnistiltøkum um allan heim, har víst verður á hvønn týdning, tað hevur, at hesin sorgarleikurin ikki verður gloymdur.

##med4##