Altjóða fundur í Føroyum um veiðitøkni

Í apríl næsta ár verður ein altjóða fundur í Føroyum um veiðitøkni ICES og FAO hava í felag ein arbeiðsbólk, sum kallast FTFB, sum er ein stytting av Fisheries Technology and Fish Behaviour. Hesin bólkur hevur árligan fund, har 50-80 altjóða granskarar møtast at viðgera fyrispurningar frá limalondum og onnur evni, sum bólkurin heldur eru átrokandi.

Seinastu trý árini hava fundirnir verið hildnir í Italia, Turkalandi og Írlandi. Vegna Føroyar hava Kristian Zachariassen og/ella Bjarti Thomsen luttikið.

Nú hevur FTFB tikið av innbjóðing at koma til Føroya, og komandi fundurin hjá FTFB verður tí í Tórshavn í døgunum 21.-25. apríl 2008.

Fiskirannsóknarstovan sigur, at fáa stórt tal av granskarum innan fiskitøkni frá nógvum ymiskum londum á vitjan í Føroyum er ein sera góður møguleiki hjá føroyskari vinnu at gera vart við seg.