Leikurin hjá teimum báðum Katrine Faber og Aksel Striim, sum í hesum høpi kalla seg Akkamaka Duo, er aldargamla ?Vølvens Spådom?, sum sigur frá søguni um, hvussu heimurin varð til av eldi og ísi. Um tann lýsandi gudin Baldur, ið varð tikin av døgnum av listum Loka, og um hvussu gudarnir royndu at fáa hann aftur frá helheimi til heimin hjá teimum livandi. Ein sokallað lýsandi søga í myrkri.
Leikurin tekur sítt støði í spádóminum hjá Vølvuni, tí gamla Edda-kvæðnum, ið er eitt tað elsta og sterkasta kvæðið, vit hava í norðurlendskari mytologi. Spádómurin er ein áminning um, hvussu heimurin varð til, og samstundis ein forsøgn av Ragnarok ? heimsins enda, har nýtt lív verður til og
ein ávaring um, hvussu heimurin kann missa sína javnvág.
Akkamaka Duo endurnýggjar tann aldargamla frásøguháttin í tøttum sambandi við áhoyrarar, og sigur frá í samspæli við tónleikin og sangin, á sama hátt, sum fólk í øllum heimsins mentanum hava gjørt tað síðan tíðarinnar morgun.
Leikurin verður 19. mars í Klingruni í Norðurlandahúsinum, og er fyri vaksin og børn frá 7 ára aldri.
Katrine Faber úr Danmark er í hesum døgum í Føroyum í samband við, at hon 11. til 13. mars fer at halda workshop saman við tónleikaterapeutinum Sanne Storm, ið býr í Tórshavn. Í hesum sambandi fer Aksel Striim eisini at hava sokallaði "knoglefløjtekursus?.
Søgan livir víðari
Í ár byrjar altjóða frásøgudagurin í Norðurlandahúsinum 18. mars við einum degi, ið er roknaður til skúlar.
Á altjóða frásøgudegnum fara fólk kring allan heim at siga søgur fyri so nógvum, sum gjørligt.
Í alla tíð og í øllum heimsins londum hava frásagnir verið nakað serstakt, ið hevur hjálpt at bera søgu og arv víðari ætt úr ætt.
Á Altjóða Frásøgudegnum hátíðarheldur Norðurlandahúsið dagin við at bjóða ungum sum gomlum at lurta og siga frá.
Við hesum kann frásøgnin liva víðari í okkara nútímans samfelagi, har vit hava brúk fyri tí samanhangi og vísdómi, sum tann góða frásøgnin kann bjóða menniskjum í okkara tíð.
Meira fæst at vita um Altjóða Frásøgudagin, World Story Telling Day, á heimasíðuni
www.storytellingday.net









