Altjóða flóttafólkadagur í dag

Dagurin í dag, tann 20. juni, er altjóða flóttafólkadagur, og endamálið er at fáa øll heimsins samfeløg at hugsa um tey umleið tíggju milliónir flóttafólkini, ið óætlað eru vorðin heimleys Upprunaliga var 20. juni flóttafólkadagur fyri Afrika, men í 2000 avgjørdi ST tó í serligari aðalfundarsamtykt, at dagurin skuldi kallast World Refugee Day.

Endamálið við degnum er at fáa øll heimsins samfeløg at hugsa um tey umleið tíggju milliónir flóttafólkini, ið óætlað eru vorðin heimleys. Størsti parturin av flóttafólkunum eru í Afrika.

Altjóða flóttafólkadagurin roynir m.a. at kasta ljós á sera truplu og syrgiligu støðuna hjá flóttafólkum, at seta ?gloymd? flóttafólk og flóttafólkakreppur í fokus og at minna londini á teirra skyldur, tá tað ræður um at verja flóttafólk.

Menningarlond hýsa umleið 80 prosent av øllum flóttafólkunum kring heimin, og fleiri av hesum londum hava í forvegin ilt við at verja rættindini hjá sínum egnu íbúgvum. Flestu flóttafólkini liva eisini í sera vandamiklum umstøðum, har tey hvørki sleppa aftur ella fram, og tað eru bert tey fæstu, sum fáa ein nýggjan møguleika at fóta sær í samfelagnum.

Í framkomnum ídnaðarlondum gerst støðugt truplari hjá flóttafólkum at finna verju. Mørkini eru stongd og nýggjar lógir forða flóttafólkum at sleppa avstað. Altjóða flóttafólkadagurin skal fáa okkum at hugsa um rættindini hjá teimum neyðstøddu flóttafólkunum. Talið á flóttafólkum í heiminum er minkað seinastu árini, men tað merkir ikki at trupulleikin er horvin.

Hóast talið av flóttafólkum er minkað kring heimin, so eru í minsta lagi 25 milliónir fólk flóttafólk í egnum landi vegna kríggj, ófrið, náttúruvanlukkur o.a.