Altjóða fiskivinnuframsýning í Brüsell

Í næstu viku fer ein hópur av føroyingum til Brüsell at vera við á European Seafood Exposition, sum er ein av størstu fiskivinnuframsýningum í heiminum. Føroyski básurin hesaferð er sera forkunnugur. Hann er nevniliga bygdur upp rundan um »listabingjuna« hjá Tróndi Paturssyni

Sveinur Tróndarson


Í næstu viku fer ein av heimsins størstu fiskivinnuframsýningum av barkastokki í Brüssel. Tað er European Seafood Exposition, sum við tíðini hevur ment seg til at vera ein av teimum sera áhugaverdu framsýningunum. Ein av teimum, har allir, sum hava nakað við fisk at gera, hittast, og tí fara føroyingar mansterkir avstað.

Føroyska ferðalagið telur umleið 60 mans og hesaferð vera teir í tveimum básum. Menningarstovan stendur fyri tí størra føroyska básinum, meðan klaksvíkingar - Kósin undantikin - eru á einum bási.


Bjóða okkum fram

Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovunu, sigur, at eitt av endamálunum við føroysku luttøkuni er, at gera vart við Føroyar, sum ein seriøsan veitara av nógv góðskaðum fiskavørum. Hetta verður gjørt í einum bási, sum vísir føroyskan kreativitet, og hann leggur afturat, at básurin hesaferð er nakað heilt fyri seg.

? Vit hava boðið básgerðina út í lisitatión og vit mettu, at uppskotið hjá Petur & Petur var sera spennandi. Básurin verður bygdur upp um listabingjuna hjá Tróndi Pasturssyni og tað merkir, at útlendingarnir hesaferð ikki bara sleppa at síggja og hoyra um føroyskan fisk, men eisini um føroyska mentan og list, sigur Kjartan Kristiansen.

Hann vísir á, at tað hevur stóran týdning, at knýta hesi bæði saman, tí matgerð hevur so sanniliga nakað við kreativitet at gera.

? Tí kann tað sjálvandi enda við at útlendingar seta størri krøv til okkara, men tað er heldur ikki skaðiligt. At krøvini hækkað gangar føroysku vinnuni, sigur Kjartan Kristiansen.


List heldur enn rúsdrekka

Annars sigur Kjartan, at Menningarstovan eisini hevur eitt annað endamál við hesi framsýningini og tað er at geva føroyskum fyritøkum góðar umstøður at hitta viðskiftafólkini.

? Í mognum førum brúka fyritøkurnar øl og rúsdrekka, sum magnet, fyri at fáa gestir inn á básarnar, men tað halda vit ikki vera so heppið. Tað dregur ofta fólk, men fleiri teirra koma uttan iva eftir ølinum, heldur enn fiskinum og tí er eftir okkara tykki frægari at brúka listina, sum magnet. Tað er eisini har, tað kreativa við matgerðini og listini kemur inn, sigur Kjartan Kristiansen.

Hann leggur afturat, at føroyingar hava sent innbjóðingar út til nógv fólk og tí væntar hann, at føroyski básurin í Brüssel, verður væl vitjaður.


List og skeivir vinklar

Sum nevnt er tað fyritøkan »Petur & Petur«, sum hevur staðið fyri at gera básin. Petur Mohr Reinert greiðir frá, at teir hava valt at byggja básin upp um listabingjuna hjá Tróndi Patursson og skapa ein heilt serligan bás burtur úr tí.

? Tað eru nógvir stuttligir vinklar í hesum bássinum, sum er uml. 140 fermetrar í tveimum hæddum. Átta fyritøkur skulu vera inni á básinum hjá Menningarstovuni, men tað fer at síggja út sum ein samanhangandi básur, hóast Faroe Seafood fer avstað við einum triðingi, meðan hinar sjey fyritøkurnar hava restina, sigur Petur Mohr.

Hann leggur afturat, at teir hava sett projektørljós á bingjuna, soleiðis at ljósávirkanin er á leið tann sama, sum tá hann stendur í túninum hjá Listaskálanum. Hetta skuldi so gjørt, at tann veruliga effektin fæst burturúr bingjuni.

Spurdur um tað hesur so stóran týdning at gera soi nógv burturúr básgerðini sigur Petur Mohr Reinert, at tað hevur tað í hesum førinum.

?· Hetta er ein av heimsins størstu framsýningum og øll tey, sum hava nakað við fisk at gera eru her. Tí eru nógvir keypmenn, sum t. d. ístaðin fyri ein rundtúr í Evropa, leggja leiðina til hesa framsýningina. Tey, sum tey skulu hitta, tey eru her hesar dagarnar.

So er bert eftir at vóna, at føroysku luttakararnir fáa nakað burturúr framsýningini í Brüssel.