- Tað er eingin ivi um, at bannar ES útflutningi av føroyskum makreli til ES og bannar ES somuleiðis útflutningi av føroyskum makreli at fara um ES-havnir í transit til onnur lond, er tað eitt greitt brot á WTO-sáttmálan.
Tað sigur Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum í dag.
Hann sigur, at tað serstakliga er brot á tann partin, ið nevnist GATT.
- Somuleiðis er tað eitt greitt brot á fríhandilssáttmálan millum Føroyar og ES.
At ES roynir at rættvísgera slík brot á altjóða handilsrætt við undantaksregluni í GATT um at varðveita náttúrutilfeingi, hjálpir ikki í hesum máli, tí slík handilsbann skulu eftir somu undantaksreglu ikki gera mismun millum innlendska og útlendska makrelvinnu.
Jacob Vestergaard sigur, at tí skulu vit longu nú bretta upp um armar og fara til verka at fyrireika eitt kærumál í heimshandilsfelagsskapin, WTO.
Kærumálið skal fyrireikast nú so at tað er klárt at leggja fyri kæruskipanina í WTO í somu løtu ES setir ólóglig handilstiltøk í verk ímóti føroyskum útflutningi av makreli.
- Tað er sera umráðandi at fáa WTO at steðga ES longu nú, tí annars er vandi fyri, at ES seinni víðkar slík tiltøk ímóti útflutningi til eisini at umfara aðrar føroyskar fiskavørur.
Jacob Vestergaard heldur, at tað er væl hugsandi, at Danmark fer at forða fyri einum slíkum kærumáli í WTO, fyri at verja síni egnu tjóðskaparligu áhugamál, og ikki minst, tey hjá ES, har Danmark jú er limaland.
- Tað eiga vit at fáa greiði á beinanvegin og skuldi tað hent seg, eiga vit beinanvegin at krevja okkara rætt til sjálvstøðugan føroyskan WTO-limaskap eftir ásetingini í WTO-sáttmálanum um limaskap hjá sjálvstøðugum tollumveldum.
- So kunnu vit føroyingar sjálvir kunnu røkja okkara tjóðskaparligu áhugamál í altjóða samfelagnum, tá ið eingin annar kann ella vil, sigur Jacob Vestergard.
- Vit skulu royna málið í WTO heldur enn at standa gyrd í brøkur á Christiansborg, leggur hann afturat.