Altjóða fótbóltur í Gundadali

HEtta varð fráboðað á tíðindafundi, sum varð hildin í FSF-húsinum í morgun.

Undirlagið, sum er á ovara vølli í dag er sonevnt 4. ættarliðs graslíki, og tað er góðkent av FIFA til altjóða dystir.

Og nú er so sjálvt stadion eisini góðkent til altjóða dystir.

Við verandi trýsti á vøllinum, sum verður nýttur av havnarfeløgunum at kalla frá morgni til myrkurs, verður tó neyðugt, at undirlagið verður skift 3. hvørt ár, og hetta sigur býráðið seg eisini vera sinnað til.