Altjóða dagur móti fosturtøku?

10. okt. var Altjóða dagur móti deyðarevsing. Fyrr í ár gav Amnesty International út frágreiðingina ”Death sentences and executions in 2008”. Sambært frágreiðingini vóru í minsta lagi 2390 fólk tikin av døgum og 8864 vóru dømd til deyða. Verðuliga talið av deyðarevsingum er heilt vist hægri, men av tí at fleiri lond halda sínar avrættingar loyniligar, er óvist, hvussu høgt veruliga talið er.

Frágreiðingin er ein liður í arbeiðinum hjá Amnesty móti deyðarevsing – ein revsing ið felagskapurin sigur vera brot á rættin til lív.

Sjálvt um tað er bæði syrgiligt og meir enn bara eitt sindur ræðandi, at tað enn eru lond, ið finna uppá at drepa sínar egnu borgarar, so eru altjóða fosturtøku tølini nógv meira ræðandi. Tað alt ov høga talið av avrættingum er bert ein dropi í havinum samanborið við talið av fosturtøkum. Eisini er vert at hava í huga, at sjálvt um ein stórur partur av teimun deyðadømdu ikki á nakran hátt hava framt eitt lógarbrot, sum stendur í mát við revsingina, so eru tað alíkavæl fleiri deyðadømd, sum hava framt sera grovar illgerðir. Tey børn, ið árliga vera týnd, hava hinvegin onki skeivt gjørt yvirhøvur. Lívið verður tikið frá teimun, áðrenn tað veruliga er byrja.

Av tí at fosturtøkutølini úr teimun ymisku londunum ikki altíð eru líka løtt at fáa hendur á, so er eins og við deyðarevsingunum eitt sindur ilt at finna eitt neyvt tal. Men mett verður, at umleið 40.000.000 fosturtøkur verða framdar um árið. Tað vil siga at seinastu 10 árini eru næstan ein hálv milliard børn noktaði rættin til lívið. Til samanberingar kann nevnast, at seinni heimsbardagi, ið byrjaði í 1939, og endaði í 1945, kostaði áleið 50 mió fólkum lívið. Í meðan jødatýningin, ið er tað grovasta dømi um hópmorð í søguni, kostaði 6 mió. fólkum lívið. Bara í Danmark verða 15.000 fosturtøkur framdar árliga.

Slík ógvuslig tøl kunnu vera sera torfør at fáast við. Tað eru nokk fá av okkum, ið klára at ímynda sær hvussu nógv 40 mió. veruliga er - men tað er heldur ikki neyðugt fyri at fáa eina fatan av sorgarleikinum. Gakk ein túr framvið einum barnagarði. Úti í garinum spæla kanska eini 15-20 børn. Ímynda tær at onkur týndi tey øll. Ella bara eitt av teimun!

Nú skal hetta lesarabrævið ikki skiljast sum eitt álop á Altjóða dagin móti deyðarevsing. Tað er neyðugt at fólk verða mint á órættin, ið verður framdur kring allan heim. Men eg helt, at tað var líka so neyðugt at minna fólk á allar tær deyðarevsingarnar ið vit kortini velja at góðtaka, við tí vón um at fólk far eyguni upp fyri tí ræðandi verðuleikanum. Vónandi verður fosturtøka ein dag líka politiskt ókorrekt, sum deyðarevsing tíbetur er vorin í einum stórum og vaksandi parti av heiminum.

Ella skulu vit halda áfram at verða ímóti einum slagi av deyðarevsing, í meðan vit góðtaka eitt annað nógv meira umfatandi slag av deyðarevsing?