Floksting
? Tað verður altjóða dámur yvir Sumba, nú tjóðveldisflokkurin heldur floksting í landsins syðstu bygd hetta vikuskifti, har øll eru hjartaliga vælkomin at lurta.
Høvuðsevnið á flokstinginum er Alheimsgerðin og økismenning og tað fer flokkurin at lýsa í fleiri fyrilestrum, sum bæði føroyingar og útlendingar fara at halda.
-? Tí verða gestarøðararnir á flokstinginum hesuferð fleiri enn teir plaga at vera, men tað er fyri at lýsa málið so væl sum tilber á einum flokstingi sum hesum, sigur Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins.
Endamálið við fyrilestrinum er at viðgera tær avbjóðingar og teir møguleikar, ið liggja fyri framman, og at fáa nøkur boð uppá, hvussu føroyingar kunnu standa seg í alheimsgerðini.
Eftir ætlan byrjaði flokstingið í gjárkvøldið og longu klokkan níggju í gjárkvøldið, var fyrsti fyrilestrarhaldarin á talarastólinum.Tað var Stefan Simonsen, sum skuldi tosa um mentanarligu og politisku avbjóðingarnar hjá norðurlendsku smátjóðunum í alheimsgerðini. Stefan Simonsen hevur bæði verið stjóri í grønlendska mentanarhúsinum Katuaq og á norðurlendska mentanarstovninum í Álandi.
Flokstingið byrjar aftur í morgun klokkan níggju. Ein partur av morgninum skal brúkast til politiskt kjak, men tað er serliga eftir døgvera, at fleiri fyrilestrar verða.
Klokkan 13 fara Kuupik Kleist, fólkatingslimur, úr grønlendska flokkinum IA, og Steingrímur J. Sigfússon, althingslimur og formaður í íslendska flokkinum Vinstri-Grænir, at tosa.
Klokkan 13.45 verður økismenning, við serligum atliti til Suðuroynna, á skránni. Fyrst fer
Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur at greiða frá ætlaðu vakstraravtaluni fyri Suðuroy og Annlis Bjarkhamar fer at siga nøkur orð um Visjón 2010, ið er ein menningarætlan fyri Vág.
Klokkan 15 fer Tróndur Djurhuus, deildarleiðari hjá Føroya Tele, at greiða frá sínum hugsanum um, hvussu Føroyar betur kunnu standa seg í alheimsgerðini.
Síðan fer John Eli Olsen, stjóri hjá El-Service á Skála, at siga eitt sindur um, hvussu føroyskt vinnulív betur kann fáa gagn av alheimsgerðini og tað fer hann at gera útfrá egnum royndum.










