Altjóða dómari í finaluni

Onkra ferðina áður hava tað verið útlendskir altjóða dómarar, sum hava vitjað til steypafinaluna, men í ár verða tað føroyingar, sum døma.

Jan Hentze er altjóða dómari, og hann hevur roynda Tummas Óla Mortensen afturat sær, tá finalurnar verða blástar ígongd.

Kvinnufinalan byrjar klokkan 13.30, og tá hon er liðug, og steyp og heiðursmerki eru handað, verður farið undir mansfinaluna.