Altjóða Blóðgevadagur í Miðlahúsinum

Hósdagin 14. juni er Altjóða Blóðgevadagur. Í tí sambandi skipar Felagið Blóðgevi fyri hugnakvøldi í Miðlahúsinum Til hugnakvøldið í sambandi við altjóða blóðgevaradagin (World Blood Donor Day) verða fyrilestrar og undirhald. Bjarni á Steig, yvirlækni og serlækni í blóðsjúkum heldur fyrilestur um blóðgávu og um, hvat blóðið kann nýtast til í viðgerðini av ymiskum sjúkum.

Starvsfólk í blóðbankanum greiða frá, hvussu blóðgáva fer fram, og hvussu blóðið verður viðgjørt í bankanum. Eisini verða nøkur hagtøl frá blóðbankanum løgd fram.

Eisini verður undirhald við sangi og tónleiki, og nýggir blóðgevar kunnu tekna seg. Tiltakið byrjar kl. 19.30 og er ókeypis.

Altjóða Blóðgevafelagsskapurin hevur eina heimasíðu: www.fiods.org/eng/index.html