Altjóða barnalegur

tíÐindaskriv frá CISV

Childrens International Summer Villages - CISV - er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir fyri friði, fatan og virðing millum manna. Felagsskapurin er óheftur bæði politiskt og átrúnarliga.
Tað vað Doris Allen úr Cincinatti í USA, sum eftir seinna heimsbardaga, helt ,at okkurt mátti gerast fyri at skapa meira virðing fyri hvørjum øðrum. Og við virðingini at tryggja frið millum fólk og fólkasløg. Hon helt at børn og ung vóru vegurin til eina verð uttan kríggj og annan ágang á mannaættina.
Tí byrjaði hon í 1951 at skipa fyri barnalegum, fyri 11 ára gomulum børnum úr ymsum londum, við ymiskum húðaliti og mentan. Børnini kundu her uppliva nakað nýtt, læra um aðrar mentanir og knýta nýggj vinarbond.
Legurnar fingu góða undirtøku og verða í dag hildnar um allan knøttin á hvørjum sumri. Umframt barnalegurnar eru nú eisini fleiri onnur tilboð til teir eldru aldursbólkarnar.

Altjóða Barnalegur
í Føroyum
Í Føroyum kallað vit CISV fyri Altjóða Barnalegur. Tey fyrstu 4 børnini vóru á legu í Noregi í 1978, og síðan tá hava fleiri enn 500 føroysk børn og ung luttkið á legum, bæði her og úti í heimi.
Í hesi 27 árini hava føroyingar eisini verið vertir fyri fleiri legum.