Altingið atkvøður ikki fyrr enn í morgin

Íslendska Altingið fer ikki at taka støðu til ES-umsóknina fyrr enn á middegi í morgin Ætlanin var, at Altingið skuldi atkvøða um ES-málið seinnapartin í dag, men tað varð av ongum.

Tingfundurin verður ikki liðugur fyrr enn seinni í kvøld, og hann verður tikin uppaftur fyrrapartin í morgin. Sambært Morgunblaðnum hava flokkarnir avtalað, at atkvøðugreiðslan verður um middagsleitið.

Alt bendir á, at Altingið fer at samtykkja uppskotið frá stjórnini um at senda umsókn til Bruxelles um limaskap, og at samráðingarúrslitið skal leggjast út til fólkaatkvøðu.