Altíð nøkur misnøgd ella óð

– Vit loysa trupulleikarnar so hvørt teir vísa seg, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, nú atfinningarnar summastaðni eru heglaðar niður yvir nýggju farstøðina.

– Vit loysa trupulleikarnar so hvørt teir vísa seg, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, nú atfinningarnar summastaðni eru heglaðar niður yvir nýggju farstøðina.

 

Stjórin í Vága Floghavn heldur, at tá so stórar broytingar verða gjørdar á einum flogvølli, sum øll hava eina meining um, eru tað altíð summi, sum eru glað, onnur eru minni glað og summi eru kanska eitt sindur óð.

 

Hann sigur í samrøðu við Rás2, at tey hava roynt at nøkta tann tørvin, sum er, men at tey taka atfinningarnar til sín og kanna eftir, hvørjar ábøtur kunnu gerast. Jákup Sverri Kass vísir á, at farstøðin lat upp 17. juni og at tað greitt, at har eru snøklar eftir, sum ikki eru komnir í rættlag og tað er sjálvandi harmiligt.

 

– Alt er ikki liðugt enn, men hetta er eisini ein tilvenjingarspurningur – eisini fyri okkum, er hetta spildurnýtt. Eitt, sum vit hava gjørt, er at bíleggja fleiri borð og stólar, so at tað verða fleiri sitipláss, og eisini koma eini 150 parkeringspláss aftrat ein av næstu døgunum, sigur hann.

 

Samstundis vísir stjórin í Vága Floghavn á, at tey eru í ferð við at gera spælipláss á farstøðini. Tað var við í verkætlanini, men tað er ikki liðugt enn. – Og sjálvandi verða eisini serligar matarskráir til børnini, leggur hann aftrat.