Steypafinalurnar í fótbóltinum um vikuskiftið vóru enn eitt gott dømi um, at vit føroyingar elska at síggja dystir, ið skulu avgerast. Mong vóru tey, ið fylgdu við steypafinalunum á ymsan hátt – annaðhvørt við at vera á staðnum, við at lurta ella við at hyggja í sjónvarpi. Tað sama plagar eisini at vera, tá steypafinalurnar í flogbólti og hondbólti eru, og væl rigga eisini hesir stóru finaludagarnir við fleiri finalum.
Ein munur var tó hesaferð, tí tað var ikki Kringvarpið, ið framleiddi sjónvarpaðu útgávurnar av steypafinalunum. Somuleiðis gekk sjón fyri søgn, at »Public Service« ikki hevur stórvegis áhuga í Sortudýki, um ikki ein framíhjá pengaposi fylgir við. Nú Fótbóltssambandið ikki var sinnað at oysa pengar í kringvarpskassan fyri finalurnar, vildi Kringvarpið einki, sum vit frættu tað í farnu viku.
Tí var tað gott, at onnur hildu seg framat og stórt sæð fingu víst eitt produkt, ið væl og virðiliga er kappingarført. Onkur lýti kanska vóru, men ikki nakað, ið oyðilegði upplivingina og ikki syrgdi fyri, at fólk í hvørjum heraðshorni í landinum fingu fylgt við. Jú, væl bar til at framleiða steypafinalurnar inn í stovurnar hjá fólki, uttan at neyðugt var við minst 10 upptøkutólum og kanska 25 fólkum til arbeiðis, sum tað plagar at vera hjá Kringvarpinum.
At Rás 1 hjá Televarpinum saman við samskiftisfyritøkuni Content soleiðis kundi taka kappingina upp í sambandi við fótbóltsfinalurnar, letur avgjørt upp fyri øðrum møguleikum, og í framtíðini fer óivað eisini at bera til hjá hondbólti, flogbólti, svimjing og øðrum ítróttargreinum at sleppa á skíggjan, men uttan um Kringvarpið og tann eyka kostnað, ið fylgir við tí. Ítróttur er kapping, og at kappast verður um ítróttin, ger tað ikki verri – hvørki fyri ítróttin ella tey, ið skulu miðla hann!
Klumma í Sosialinum, 1. september 2014
Hilmar Jan Hansen