Leygardagin hin 12. februar 2011 skipar Bóndafelag Føroya, Óðalsfelagið og Útoyggjafelagið fyri stórari ráðstevnu á Hotel Føroyum. Evnið á ráðstevnuni er: ?Alternativir vinnumøguleikar í landbúnaðinum?.
Tríggir landbúnaðarfrøðingar úr ávikavist Noregi, Íslandi og Grønlandi fara at hlda fyrilestur, umframt Rólv Djurhuus, landbúnaðarráðgeva, Olgu Biskopstø, verkætlanarleiðara fyri Slow food, og onnur, sum starvast innan fyri økið. Skrá fyri dagin sæst á www.bondi.fo, www.bst.fo og www.utoyggj.fo
Fríggjakvøldið 11. februar verður aðalfundur Bóndafelagsins, har teir tríggir landbúnaðarfrøðingarnir fara at hava eitt innlegg um bóndafelagsvirksemi í teirra heimlandi.
Hesi trý eru við í NORA-verkætlanini ?Arctic Quality? saman við Rólvi Djurhuus, landbúnaðarráðgeva á Búnaðarstovuni. Endamálið við verkætlanini er at royna at menna matframleiðslu í londunum við Norðurhøv. Málið er at fáa eina skipaða vørugóðkenning undir heitinum Arctic Quality.
Ráðstevnan er almenn. Atgongdin er ókeypis, men neyðugt er tó við tilmelding fyri at vita, hvussu nógvir luttakarar vera. Tilmelding til ráðstevnuna fer fram hjá Onnu Rubeksen bondi@olivant.fo ella tlf. 216026, Niels Pedersen tlf. 251775 ella Olgu Biskopstø tlf. 217969 í síðsta lagi hin 30. januar.