Daisy Sloan
Prísurin liggur vanliga oman fyri milliónina og tú skal hava tvær vanligar inntøkur til at gjalda lánini aftur við.
Ella tú hevur eydnuna við tær at fáa íbúð til leigu hjá privatfólki, um tey yvurhøvur hava hug til at leiga út. Skatturin etur meiri enn meginpartin av leiguinntøkuni og er útleiga ofta meir møði enn føði.
Her má nýhugsan til og eru ymiskir møguleikar at tríva í:
- at kommunan byggir íbúðir at selja
- at privat byggja íbúðir at selja ella leiga út
- at fagfeløg byggja íbúðir at leiga út til limir
- at inntøkan av privatari útleigan verur skatta ørvísi enn nú
Gingið verður ofta út frá, at eldri og pensionistar vilja selja síni hús og flyta í minni íbúði, um tey høvdu møguleikan. Spurningurin er, um tað nú veruliga er so? Tað kann hugsast, at nógv eldri høvdu leiga út partar av egnum húsum, um tey ikki blivu skattað so hart av leiguinntøkuni.
Eitt alternativ til at loysa íbúðartrupuleikan kundi verið at stovna eitt kommunalt ella alment útleigufelag, sum kundi gjørt sáttmálar við fólk um at umsitið og leiga út, hús ella íbúð/ir teirra, og samstundis hildi prísinum á rímiligum støði. Afturfyri at gjørt ein slíkan sáttmála kundi útleigarin fingið skattafyrimun av leiguinntøk-uni.
Hevði tað loyst seg fíggjarliga at leiga út, gjørdu fleiri tað. So hevði útboðið á íbúðum vaksið, og leigugjaldið fallið, til marknaðurin fann sína náttúrligu legu. Tórshavnar býur hevði fingið eitt búðstaðarmynstur, sum var í betri samljóð við seg sjálvt.










