Alternativið er at flyta av landinum

Seinastu tíðina hava foreldur at børnum við serligum tørvi verið í fjølmiðlum og kært sína neyð. Almannastovan hevur boðað teimum frá, at barn teirra ikki sleppur at halda fram á serstovni í Danmark. Tískil skulu børnini flyta aftur til Føroya. Men trupulleikin er, at børnini fóru á serstovn í Danmark, tí eingi menningartilboð vóru til tey í Føroyum.
»Vit vera noydd at flyta av landinum«. Soleiðis tóku foreldrini hjá einum 21 ára gomlum dreingi við Asberger-syndromi til í sendingini »Skannarin« hjá kringvarpinum 11. jan. 2010. Familjan var komin í eina trupla støðu, eftir at sonur teirra ikki slapp at halda fram á donskum serskúla, tí Almannastovan vildi ikki gjalda fyri skúlagongdina.
Hetta hevði við sær, at drongurin noyddist at flyta aftur til Føroya, men trupulleikin er, at tað eru ongi menningartilboð til hann í Føroyum. Í ringasta føri vera tey noydd at rýma av landinum fyri at sonurin kann fáa tey menningartilboð, hann hevur brúk fyri.
Er tað so galið, at Almannastovan skal taka kvørkratak um møguleikarnar at mennast hjá hesum 21 ára gamla drongi? Eitt er, at hann ikki fær loyvi at halda fram á serskúla í Danmark. Men trupulleikin er, at drongurin ikki fær neyðugu menningartilboðini í Føroyum. Tí er tað ikki løgið, at familjan umhugsar at flyta av landinum.
Í tíðindaskrivi 3, 2009, við heitinum »rættingar til skriving um ung á stovni í Danmark«, sum kann lesast á heimasíðuni hjá Almannastovuni, stendur millum annað at lesa um tilboð til børn og ung við serligum tørvi, at »eitt danskt viðgerðar-/skúlatilboð er og verður tí altíð ein neyðloysn«.
Alt gott um tað. Sjálvandi hevði verið best at havt tilboð til børn og ung við serligum tørvi í einum tryggum og heimligum umhvørvi, har viðkomandi ikki nýttist at tillaga seg til annað mál og aðra mentan. Trupulleikin er bara, at tað eru fá viðgerðar-/skúlatilboð til børn og ung við serligum tørvi í Føroyum. Hvat skal henda við teimum, sum ikki kunnu fáa neyðugu viðgerðar-/skúlatilboð í Føroyum? Hava tey ikki brúk fyri eini neyðloysn frá Almannastovuni?
Sum støðan er nú, setur Almannastovan hesi foreldur í ringa støðu. Skal barnið við serligum tørvi fáa neyðugu menningartilboðini, so mugu hesar familjur flyta av landinum. Tað er av sonnum ein neyðloysn, sum als ikki sømir seg fyri Almannastovuna.