Alternativar løgmansrøður í Miðlahúsinum

Tey sum høvdu leitað sær oman í Miðlahúsið í Vágsbotni mánakvøldið fingu eitt áhugavert Trapputing, har vælupplagdir alternativir løgmenn borðreiddu við sera fjølbroytnum røðum, sum hvør í sær gav eitt boð uppá hvussu granskingin og/ella mentanin kundi fáa betur kor.


Fyrsta Trapputingið í Miðlahúsinum í Vágsbotni í røðini við alternativum Løgmansrøðum var um gransking og mentan. Løgmaður fyri gransking var Rúna Hilduberg forkvinna í Granskingarráðnum og løgmaður fyri mentan var Jenny Petersen stjóri fyri Tjóðpall Føroya. Samgonga og andstøða vóru umboða við John Johannesen úr javnaðarflokkinum og Finni Helmsdal úr tjóðveldisflokkinum.
Kjakið var gott, og røðurnar áhugaverdar, men John Johannesen undraðist eitt sindur um samanrenningina av grannsking og mentan, og helt ikki hetta vóru serliga uppløgd evnið at seta saman. Tað var lætt at ásanna, at henda undran ikki var heilt burturvið. Hóast fundurin var áhugaverdur og góður, við nógvum spennandi kjaki um bæði evni, so runnu tey ongantíð saman í eina heild, og heldur gjørdist hetta ein kjakfundur, har man skiftist um at kjakast um tvey ymsik evni. Tí verða tey eisini her umrødd hvør sær.
Sjálvar løgmansrøðurnar eru prentaðar í blaðið. Hesar frásagnir frá fundinum byggja á røðurnar og kjakið aftan á røðurnar.