Havnar Sjónleikarfelag fer í vetur at seta upp eina nýgjørda, øðrvísi framførslu í Sjónleikarhúsinum.
Hetta er ein ævintýraleikur, sum byggir á ævintýrið Tornarósa hjá brøðrunum Grimm.
Við dansi, tónleiki og leiki skapast ein hugtakandi ?magisk? heildaruppliving fyri børn og vaksin.
Ætlanin er, at leikurin skal spælast í desembur 2009 og januar 2010.
Tað eru Elin á Rógvi, leikstjóri, og Jóna Thomsen, koreografur, sum í felag skapa ta listaligu myndina. Báðar hava tær nógvar royndir á baki og eru kendar fyri sín dugnaskap. Ikki minst tá tað snýr seg um børn og ung.
Árni Baldvinsson stendur fyri ljósi.
Ævintýrabúnarnir ger Beinta Vilhelmsen. Fyri tónleikinum, sum eisini er ein týðandi viðspælari, standa Ólavur Jákupsson og Jákup Wardum. Pallmyndina eigur Jóannes Gaard.
Pall- og búnarekvisitørar eru Marjun Jóanesardóttir og Jóanes Andreasen.
Umframt hesi eru sjálvsagt eisini onnur fólk knýtt at tiltakinum. Leikarar og dansarar telja tilsamans 15 fólk.