Tað var til 50 ára hátíðarhaldið í Christianskirkjuni í 2013, at altartalvan varð umvæld. Tað tók umleið 9 mánaðir, áðrenn arbeiðið var liðugt.
DR DK vísti eina dokumentarsending í gjár, har greitt varð frá søguni og frá arbeiðinum við at umvæla altartalvuna.
Sí sendigina her: “Det store gæstebud – en usædvanlig restaureringshistorie”
Altartalvan í Christianskirkjuni er eitt av kendastu listaverkum í landinum. Listamaðurin Joakim Skovgaard (1856 – 1933) málaði í 1901 upprunaliga altartalvuna, sum myndar stóru kvøldmáltíðina, sum er umtalað í Lukas 14,15-24, til dómkirkjuna í Viborg í Danmark.
##med2##
Málningurin varð málaður beinleiðis á kálkaða veggin í kirkjuni, men skjótt sást, at væta setti ígjøgnum veggin og hótti við at oyðileggja málningin. Hann varð tí tikin niður í 1913 av serfrøðingum úr Italia og førdur yvir á lørift, og ein annar eins málningur málaður á sama stað. "Stóra kvøldmáltíðin" varð síðani flutt til Statens Museum for Kunst, til hann varð settur upp í Christianskirkjuni í 1963, tá ið kirkjan varð bygd.
Umframt skaðan, ið málningurin fekk í Viborg, hevur hann verið fyri broytingum og smærri skaða, meðan hann hevur hingið í Statens Museum for Kunst og eisini aftaná, at hann er komin í Christianskirkjuna.
Tað var ivamál um, hvør átti listaverkið, men so vóru tingingar millum kirkjuráðið í Klaksvík, Føroya Stiftstjórn og Statens Museum for Kunst um ognarviðurskiftini, og avtalað varð undirskrivað, sum sigur, at Christianskirkjan hevur altartalvuna til láns frá Statens Museum for Kunst til 31. desember 2086 við tilsøgn um, at henda avtalan kann verða longd í framtíðini.
##med3##
Tað var Nordisk Konservering í Danmark, sum gjørdi arbeiðið, og Tom Egelund, konservatorur, stóð fyri tí.
Isabelle Brajer, konservatorur frá Nationalmuseet í Danmark var eisini við í arbeiðinum at umvæla kendu altartalvuna.
Umvælingin varð liðug til stóra 50 ára hátíðarhaldið í Christianskirkjuni í juli 2013.