Alt virksemi hjá Maru Seafood kann halda uppat

Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood, sigur, at orsøkin til, at fiskaframleiðsla enn er á fiskavirkinum á Eiði – og ikki á Kósini - er, at Norðís Seafood er ein onnur grein av Maru Seafood, og línuskipið Fugltúgvan liggur 100% undir virkinum á Eiði

Vinna

 

Meðan Kósin Seafood í Klaksvík er í gjaldssteðgi, og alt arbeiðsfólkið er sagt úr starvi, er framvegis virksemi á Norðís Seafood á Eiði.

Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood, sigur, at Norðís Seafood er ein onnur grein av Maru Seafood enn Kósin, og tí hevur higartil borið til at hava fiskaframleiðslu á virkinum á Eiði.

- Virkisleiðari á Eiði er Durita Reinert, og har arbeiða tey eini 10 tons av hýsu um vikuna. Hetta er hýsa, sum verður keypt á uppboðssølu. Fiskurin verður royktur og pakkaður í portiónir, sigur hann.

 

Línuskip sigla

Stjórin sigur seg ikki duga at meta um, hvør lagnan í longdini verður við virkseminum á Eiði, men sum hann so mangar ferðir áður hevur sagt, vónar hann framvegis, at loysnir kunnu finnast, so virksemið ikki heldur uppat.

- Virkið á Eiði hongur ikki ordiliga saman við Kósini, tí hetta eru hvør sínar greinar undir samtakinum.

Jóhan Páll Joensen sigur, at eins og Norðís Seafood er ein grein av Maru Seafood, er tað eitt dóttirfelag hjá virkinum á Eiði, sum eigur línuskipið Fugltúgvuna 100%. Hinvegin liggur línuskipið Grani undir einum øðrum dóttirfelag hjá Maru Seafood – og ikki undir Kósin Seafood, sum er í gjaldssteðgi.

Reiðarin sigur, at bæði línuskipini eru til fiskiskap í løtuni.

- Hetta er fyrsti túrur hjá skipunum í hesum árinum, leggur hann aftrat.

 

Alt kann steðga

Enn dugir Jóhan Páll Joensen einki at siga um, hvør lagnan hjá samtakinum verður, men hann væntar, at greiða fæst á hesum áðrenn langt um líður.

- Fólk eru farin at ótolnast, tí ótryggleiki er altíð keðiligur.

Vit spurdu reiðaran og virkiseigaran, um hugsandi er, at ein partur av virkseminum, sum er undir hattinum hjá Maru Seafood, kanska kann halda fram, meðan onkur annar partur heldur uppat, um ein samlað loysn ikki fæst á fíggjarligu viðurskiftunum hjá samtakinum.

- Ja, tað er hugsandi, at onkur partur kann halda fram – og aðrir ikki, um vit ikki vinna undir land við eini heildarloysn. Men gongst okkum ringast, er heldur ikki óhugsandi, at alt virksemið heldur uppat. Eg dugi einki at siga í løtuni, men vænti, at ein avkláring fæst innan eina hampiliga tíð, leggur Jóhan Páll Joensen, stjóri og reiðari, aftrat.