Stórur hondbóltsdagur er í dag, tí allar tær seinnu hálvfinalurnar hjá bæði kvinnum og monnum skulu spælast í dag. Hjá kvinnunum eru tað favorittliðini bæði, Neistin og Kyndil, ið ognaðu sær góð útgangsstøði í sínum fyrru hálvfinaludystum, sum kunnu tryggja sær finalupláss á heimavøllinum í høllini á Hálsi í dag.
Fyrst eru tað Neistin og VB, ið leggja fyri klokkan 15. Í fyrru hálvfinaluni vunnu neistakvinnur 22-17 í Vági fyri viku síðani. Neistin hevur spælt steypafinalu seinastu fýra árini, og tískil er onki at siga til, at neistakvinnur, sum eisini eru greitt á odda í Hvonndeildini saman við kyndilskvinnum, væntast at spæla í steypafinaluni komandi vikuskifti.
Skuldi tað hent seg, at vágbingar taka øll á bóli, so verður talan um fyrstu steypafinaluna hjá VB síðani 2013.
Meðan tað kann sigast at vera møguligt hjá VB at vinna fimm mál innaftur, so er ilt at síggja, hvussu tað skal bera til hjá VÍF at vinna seg í steypafinaluna, tá ið vestmenningar vitja hjá Kyndli klokkan 19 í kvøld. Í fyrra hálvfinaludystinum í Vestmanna vundu kyndilskvinnur nevniliga úr vestmenningum og vunnu heili 30-20. Við tíggjumálsleiðsluni hevur Kyndil meira enn annað beinið í steypafinaluni undan dystinum í høllini á Hálsi í kvøld.
Sostatt talar alt fyri, at Neistin og Kyndil hittast í finaluni, men skinnið skal ikki seljast, áðrenn bjørnin er skotin.