- Alt var sum tað átti

Svenskur flogskipari lendi við einum flogfari hjá Atlantsflogi 20 minuttir áðrenn vanlukkurakta flogfarið.

 Eg skilji ikki hvat gekk galið, sigur hann við norskar fjølmiðlar.
Sven Erik Strandberg sigur, at alt gekk sum vanligt tá hann lendi við sínum flogfari um átta-tíðina í morgun.
- Alt sá vanligt út og líkindini vóru góð. Har  var eingin vindur og flogfarið var ikki serliga tungt.
- Vit hava jú flogið her mangar ferðir áður, men breytin sjálv er heldur stutt, sigur hann.
Hann tosaði við flogskiparin á vanlukku-flogfarinum eftir tilburðin:
- Hann og 2. stýrimaðurin komu sær út gjøgnum neyðútgongdina. Hetta er ikki serliga hugaligt hjá okkum, sigur Strandberg.
Hann vil kortini ikki upplýsa, hvat flogskiparin segði:
- Hann var ov skelkaður til at siga nakað!