Alt var OK

Nógv hevur verið gjørt burtur úr málinum um døgurðan, sum íslendski uttanríkismálaráðharrin bjóðaði til leygarkvøldið, har eisini Jóannes Eidesgaard var boðin við

Ein teirra, sum kann varpa ljós á hendingina í Íslandi leygardagin, er uttanríkismálaráðharrin, Jørgen Niclasen. Men hann hevur ikki hug at gera stórvegis viðmerkingar.

- Eg kann bara siga, at fíggjarmálaráðharrin hevði smakkað sær á áðrenn hann kom, hvussu nógv kann eg av góðum orsøkum einki siga um. Men døgurðin gekk sum hann skjuldi, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur víðari, at talan var um ein døgurða, har íslendski uttanríkismálaráðharrin bjóðaði føroyska starvsbróðuri sínum til døgurða, og alt fór fram sum vant.

- Íslendski uttanríkismálaráðharrin helt eina røðu og tað gjørdi eg eisini. Og tað var tað. Jóannes Eidesgaard hevði onga almenna uppgávu til døgurðan, og var bert boðin við, tí hann nú var í Íslandi, er góður vinur við Ingibjørg Sólún Gisladóttir, eins og tey eru limir í brøðraflokkum, sigur Jørgen Niclasen.

So sambært føroyska uttanríkismálaráðharranum var tað einki at skriva heim um, og døgurðin fór fram so sum slíkir døgurðar nú einaferð fara fram.

 

Fyri tingfund

Málið um tann nógv umrødda Íslands-døgurðan hjá Jóannesi Eidesgaard, landsstýrismanni kemur nú á tingborð.

Á tingfundinum í morgin fer tjóðveldismaðurin Sjúrður Skaale at spyrja Kaj Leo Johannesen, løgmann, um tað kann góðtakast, at landsstýrisfólk eru ávirkað av rúsdrekka, tá tey umboða Føroyar í almennum ørindum uttanlands.

Sjúrður Skaale vil eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin eftir løgmansins tykki umsat sítt málsøki á fullgóðan hátt, tá hann møtti ávirkaður til ein døgurða hjá íslendsku stjórnini. At enda vil tingmaðurin hava at vita, um løgmaður fer at taka nakað stig í sambandi við málið.

Jóannes Eidesgaard hevur avsannað tíðindini úr Íslandi um, at hann var sjónliga ávirkaður av rúsdrekka, tá hann kom til dørurða, sum íslendska stjórnin skipaði fyri. Hann hevur hinvegin viðgingið, at hann hevði drukkið, áðrenn hann fór til borðs, og at hann drakk undir døgurðanum.