í góðum várveðri vórðu seks dystir í bólkaumfarinum í steypakappingini spældir sunnudagin.
HB vann størsta sigurin ? 5?0 á Sevmýri. Størsti dramatikkurin og flestu málini vóru í Sumba. Klaksvíkingar mistu málverjan í 1. minutti, og í 43. minutti reyk ein sumbingur út. KÍ fekk fimm, og Sumba fekk tvey mál.
Eisini í Vági var reyða kortið á lofti. VB var undirmannað í meiri enn ein hálvan tíma, men kortini megnaðu teir at javna fimm minuttir fyri leiklok. Gleðin var kortini stokkut, tí NSÍ skoraði tvey mál síðstu løtuna.
Tríggir dystir frá næstsíðsta vikuskifti, tá landið var kavaklætt, eru ikki spældir, men teir verða avgreiddir í hesi vikuni. Talan er um dystirnar Sumba?VB, NSÍ?KÍ og GÍ?HB.
Sambært yvirlitið frá FSF verða allir dystirnir spældir í annað kvøld. Men vit skilja á NSÍ, at ætlanin er at dysturin í Runavík millum NSÍ og KÍ skal ikki spælast fyrrenn hóskvøldið. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað verður fótbóltur í Eysturoy bæði mikukvøldið og hóskvøldið.
Allan Simonsen, landsliðsvenjari, var í Føroyum um vikuskiftið. Ørindini vóru at síggja dystin á Svangaskarði millum B68 og B36. Har vóru seks spælarar, sum vóru við landsliðnum á venjingarleguni í La Manga. Landsliðið skal í aðru viku niður til Liktinstein at spæla venjingardyst.