Alt undir løgmann

Tað er fyri at fáa betri yvirlit, at allar uttanríkissamráðingar verða savnaðar á uttanlandsdeildini hjá løgmanni

Allar uttanlandssamráðingar verða nú savnaðar undir løgmann. Hetta er eisini ein av broytingunum, sum løgmaður boðaði frá týsdagin.
Men hví verður hetta gjørt, er tað tí, at løgmaður vil stýra øllum sjálvur?
? Nei, tað er tað als ikki. Hetta er einans gjørt fyri at hava betri yvirlit. Uttanríkisdeildin er á Løgmansskrivstovuni, og tað er so nátúrligt, hon hevur við allar uttanríkissamráðingar at gera, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Hann vísir eisini á, at tað sum er hent seinnu árini er, at løgmaður hevur útdelegerað fleiri og fleiri mál til landsstýrismenninar at standa fyri sjálvir, eisini uttanríkissamráðingar. Hetta hevur kortini ført til, at hvør hevur arbeitt í sínum lag.
? Tað er hetta, sum vit vilja broyta. Hetta er ikki bara nakað, sum løgmaður sjálvur hevur funnið uppá, hetta er gjørt í semju ? eisini hevur hetta verið eitt ynski frá Fólkaflokkinum, sum serliga vísti vilja til at styrkja Uttanríkisdeildina, sigur løgmaður, sum greitt vísir aftur, at hetta er ein kritikkur av leiðsluháttinum hjá Anfinni Kallsberg, fyrrverandi løgmanni.
Men tað verður kortini ikki løgmaður, sum fer at leiða allar samráðingar.
? Aðalráðini hava hvør í sínum lag servitan, og tí fer løgmaður t. d. ikki uttanlands at samráðast um fisk.
Jóannes Eidesgaard vísir eisini á, at uttanlandssamráðingarnar hjá t. d. Fiskimálaráðnum fylla so nógv og taka so nógva orku. Hann sigur, at tað er alt ov nógv at krevja av aðalstjóranum í Fiskimálaráðnum, at hann eisini skal taka sær av samráðingum uttanlands.
? Tí hava vit flutt Kaj P. Mortensen, sum er tann størsti kapasiteturin á økinum, út á uttanlandsdeildina, har hann skal virka sum serkønur innan fiskivinnusamráðingar, sigur Jóannes Eidesgaard.