Alt um vikuskiftið á einum stað

Sosialurin fer í næstu viku undir nýtt lýsingarátak, har kunnað verður um alt, sum hendir um vikuskiftið.

Mikudagin fer Sosialurin undir nýggjan tátt, sum vit kalla Vikuskiftistorgið.

Hetta er eitt serligt tilboð til lýsarar, ið vilja hava sín boðskap út um tað, sum fer fram um vikuskiftið.

Ætlanin við hesum teigi er, at eitt nú matstovur, dansi­støð, hýruvognar, samkomur, bio­grafar, fyri­lestr­a­hald­ar­­ar, bing­­­o­lýs­ing­ar - og so sjálv­andi tey, ið hava okkurt at bjóða um vikuskiftið - bæði á bygd og í bý.

Endamálið er at savna upp­lýsingar um alt, sum fyri­fertst um vikuskiftið á ein­­um stað, har lesarin kann fáa fult yvirlit yvir tað, sum hend­ir.