Brúdleypstónar ljómaðu longu tá ein kom inn um dyrnar í Miðlon leygardagin. Trappan var pyntað við sløri, og uppi á vóru vakurt uppdekkað borð og stílfull brúðarpør víst fram.
Súsanna frá Fríðkuni setti hár upp, og runt í Miðlon gingu fleiri kvinnur, ið hon hevði sett hárið hjá.
- Tað tekur mær alt frá fimm minuttum til tveir tímar, at gera eina brúður, sigur hon.
Tað kostar umleið 1000 krónur at fáa hárið gjørt. Súsanna ger eisini smyrsl og kostar tað 250 krónur.
(Millum alla dukkurnar, ið vístu vakrar háruppsetanir og brúdarklæði fram, var eisini eitt livandi brúðarpar Beinta Lundsberg og Boaz Jacobsen. Beinta skal giftast í september, men tó ikki við Boaz. Hann var bara læntur til hetta endamálið. ((- Summi fólk blíva kløkk, tá tey síggja okkum, tey hildu at vit eisini vóru dukkur, sigur Beinta.
Fleiri søgdu eisini tillukku við tey bæði - "Vit siga bara takk" flentu tey bæði.(Beinta hevur ikki avgjørt, hvussu hennara brúðarkjóli skal síggja út, men henni dámdi sera væl kjólan, hon var í leygardagin. (- Eg vil, at tað skal vera loyniligt, hvussu eg fari at síggja út.
Brúðarbukettirnar sóðu ikki út sum ein er vanur við. Fjaðrar vóru millum annað nógv nýttar.
Beinta Lundsberg og Boaz Jacobsen vóru brúdarpar leygardagin í Midlon
Súsanna frá Fríðkunni gjørdi brúðarhár.