Alt útsett ein tíma á G!

Fyribils er skráin flutt ein tíma. Alt er útsett og fyrireikararnir siga, at hetta er fyribils í ein tíma. Tað er oysandi regn og hildið verður ikki ráðiligt, at tónleikarar fara á pallin og heldur ikki er hetta hugaligt fyri áhoyrararnar.

Vindur ger ikki so nógv um seg í Syðrugøtu í løtuni, men av tjaldingarøkinum frættist, at vindur ger um seg og okkurt tjald hevur ikki megnað at staðið ímóti.

Fyrireikararnir fara at seta seg saman aftur nakað áðrenn klokkan 18 at leggja ráð, og tá frættist nærri, sigur Jón Tyril, fyrireikari.