Alt til køkin og húsarhaldið

1. apríl 2006 yvirtók Jói Winther í Havn handilin Heimdesign í Dr. Jacobsensgøtu 15. Eisini hevur hann yvirtikið grannahandilin Dulamenn, ið m.a. seldi dustsúgvarar og onnur el-húsarhaldstól. Í hesum sambandi byrjar útsølan leygardagin


Handilin Heimdesign í Dr. Jacobsensgøtu er nú yvitikin av Jóa Winther í Havn.
 
Jói Winther sigur, at Heimdesign leggur serligan dent á sølu av køksútgerð og smáum húsarhaldstólum sum t.d. el-ketlum, kaffimaskinum, páleggsmaskinum, toastarum og breyðristarum, serliga av merkinum Severin.
 
Eisini eru nógv ymisk sløg av koppastellum at fáa sum t.d. Rosendahl, Zone, Aida og Eva-Trio.
 
Innan dustsúgvarar er tað serliga Miéle, sum er høvuðsmerkið. Annars eru posar til flest allar dustsúgvarar eisini at fáa.
 
Heimdesign hoyrir undir P/F Runsival, sum er eitt partafelag hjá Jóa Winther.
 
Í sambandi við yvirtøkuna av handlinum byrjar útsølan leygardagin 29. juli kl. 9.00.