Alt tónleikahválvið var umboðað

Umboðananin var breið, tá ymisk nøvn fóru á pall við ársins tónleikatiltak 2007; Planet Awards

Guðrið Hansen legði fyri
Tiltakið fekk eina friðarliga byrjan, eftir at pallverturin, Sjúrður Skaale, hevði brotið ísin,
Guðrið byrjaði friðarliga og vakurt. Eina á palli við guitara í hond, sang hon “Not a Letter but a Postcard”, Ein innilig yrking við góðari lagseting.
Men líka so góður, sum sangurin var, líka so stóra andsøgn skapti hann til bæði Guðrið og tiltakið sum heild, við niðurlagnum Nothing to write home about..
Tí her var nakað at skriva heim um!
Tiltakið riggaði væl frá byrjan. Tey stásklæddu hugnaðu sær og kvøldið bjóðaði góðan tónleik og forkunnugan smámat. Og tað riggaði eisini hjá Guðrið.
Love is dead, sang Guðrið víðari og meira ferð og lív kom í framførsluna. Hon kunngjørdi eisni, at lagið nu er at finna á hennara Myspace heimasíðu, tí tey hava júst verið í upptøkuhølunum við lagnum; og “tey”, tað er Guðrið og manning úr Lama Sea, The Story Ends og Deja Vu. So tey forvitnu kunnu leita sær á heimasíðuna at vita nærri, men lagið – og Guðrið - riggaðu væl á palli og hon var passaliga “cool” til at seta hol á kvøldið, uttan hávasták.

Rúmur Rókur
Rókur Jákupsson er ein sangari, ið rúmar fleiri løg, fleiri stílar. Og røddin hóskar í mongum høpum.
Rókur hevði Brand Jacobsen, Mikal Blak, Rúna Eysturlíð og Dánjal á Neystabø við sær.
Byrjanin var í tekno kendum stíli. Trummurnar og rútman fleyt so hugaliga eitt stað millum tekno og nýggjan jazz.
Bæði sangarin og hansara útvalda lið duga síni ting, og so lætt sum onki skiftu teir so til country kendan stíl, har ein tó hoyrdi ein farra av fólkatónleiki, so sum Simon & Garfunkel.
Fjølbroytt og livandi framførsla hjá sangaranum, sum seinni á kvøldinum fekk eina planet handaða.


Boys in a Band – meira enn dreingjalótir
Boys in a Band kom á pallin. Beinavegin var greitt, at her er talan um ungar menn, ið hava nakað meira at bjóða, enn dreingir í bólki flestir.
Hetta er ikki av tilvild. Her ræður tilvildin ikki!
Boys in a Band. Navnið ljóðar kanska meira sum ein staðfesting, enn ein umhugsað navnagáva. Men hinvegin kann ein ikki lasta teimum fyri at taka tað lætt, tá um tónleik og framførslu umræður.
Teir borgaðu fyri fyrstu framførslu á kvøldinum, ið veruliga setti lív í - (onkur annar hevði kanska skrivað tað øðrvísi og nevnt sparkaðar afturpartar).
Tónleikurin er ikki lættur at eyðmerkja, men í mínari verð komu endurminningar úr enskum tónleiki frá áttatiárunum til hugs. Eitt slag av vælpoleraðum punki, kanska.
Heilt víst er, at bólkurin hevur karisma, og er júst líka so spennandi, sum handanin av Planet heiðurslønini seinni á kvøldi bar boð um.
Sjúrður Skaale, væl upplagdi verturin, viðmerkti eisini, at hetta var enn ein bólkur í streyminum av góðum bólkum, ið streymaðu úr kjalarvørrinum av Tónleikasamtakinum Grót í Gøtu, og at samtakið óivað átti at verið innstillað til Mentanarheiðursløn Landsins.

200!!!
Yvirskriftin talar fyri seg.
200 er 200. Hvørki meira ella minni. So kann tað vera líkamikið, at bólkurin við sínum markantu metingum, býtir føroyingar í tvey, har nøkur hámeta teir, og onnur meta teir vera nøkur null.
Tað eru bara tvey null í 200! Og tey eru í sjálvum navninum.
Teir eru nevniliga “feitir”.
Teir hava flutt mørk. Kanska ikki so nógv tey mørkini, sum teir syngja um. Tey, sum eru ímóti samkyndum og teirra livihátti, eru helst framvegis ímóti, og tey, sum vóru annað enn tjóðveldisfólk (og tað eru summi), eru tað helst framvegis.
Men mørkini eru flutt, tá tað snýr seg um, hvussu nógvan punk-kendan tónleik vit orka at hoyra í okkara stovum og – ikki minst – okkara Kringvarpi.
Tað, sum at byrja við hjá mongum ljóðaði sum ov nógv av tí góða, er í dag blivið løg, sum vit kenna. Uttan mun til, um vit eru fyri ella ímóti skjótt søgdu tekstunum.
200 hava staðfest seg!!
Spei og skemt, blandað við álvara, tjóðskapi og punk.
Ein sera væl samanspæld trio, ið leikar punk, men seinasta lag teirra á Planet Awards var næstan líka nógv merkt av heavy tónleiki.
Ein tungur endi, sum legði botn fyri næstu manning á pallinum.

Plastnoist, Kaj og 200
Eftir at tað var greitt, at Karl Anton Klein, sáli, fekk Planet-herðaklappið, tók bróður og viðleikari hansara, Kaj, ímóti heiðurslønini.
Ein kensluborin løta, har bæði handarin av heiðurslønini, Jan Muller, blaðstjóri á Sosialinum, og Kaj Klein komu við vælvaldum orðum.
Men bilsni á kvøldinum var, at bólkurin hjá Kaj og Karl Anton fekk eina endurreisn. Kaj fór nevniliga á pall og saman við manning úr 200 spældi hann løg hjá Plastnoist. Og fleiri fingu óivað hesa løtuna oyruni upp fyri, at bólkurin gjørdi fleiri løg, ið vóru sera melodiøs.
Hetta er er rockur av fyrstu skuffu og t.d solo’in í fyrsta lagnum minti mest um eina góða Gasolin’ konsert.
Djúpa røddin er eyðkend og stuttligt var at síggja Kaj aftur á føroyskum palli. Hann foldaði seg út á guitaranum.
Og síðsta lagið var ein staðfesting av, at “I Believe in you”. Ein hóskandi heilsan til Karl Anton, sála.

Bryan Rice – Føroya eydnuríkasti maður
Bryan Rice var høvuðsnavn. Kendi danin gjørdi greitt, at hann var eydnusælur, nú hann slapp at spæla í Føroyum. Hann átti føroyskar vinir í Danmark, ið høvdu greitt honum frá um Føroyar, men hann var nú sannførdur um, at Føroyar skuldi ein ikki hoyra um. Føroyar skuldu upplivast.
Hann gjørdi greitt, at av tí, at hann slapp at uppliva Føroyar og at spæla her, so var hann nú Føroya eydnuríkasti maður.
Bryan Rice gjørdi ikki stóran háva burtur úr sær sjálvum. Hann hevði eina góða og trygga framførslu. Við sær hevði hann klaverleikara og guitarleikara.
Men tá hann hevði sungið kenda lagið No Promises, var sambandið við áhoyrarafjøldina fullkomið og hann gav enntá eitt eykalag, ið er væntandi á fløgu einaferð seinni í ár. Bryan sang og sannførdi og vann álit lurtarans.


Páll, Finnur, Páll og øll vit onnur
Bólkurin Páll Finnur Páll er óivað ein hin fólkakærasti bólkurin í landinum. Árið 2006 var hann manna millum útnevndur til ársins festivalbólk.
Og bólkurin hevur fólkatekki.
Fólk sungu við og flentu við, tá Páll Finnur Páll komu á pallin og sungu sangir, sum í dag eru at meta sum fólkaogn. Og fólk hugnaðu sær, sungu og swingaðu við frá síðu til síðu.
Páll Fann Páll og “melodi’in”.
Kenda tilfarið riggaði og fór so beint í fjøldina, sum tók ímóti við opnum sinni og samsyngjandi munni.
Argandi tabu-evni, ílatin lættar tónar, hóska væl og manningin dugir at bera hetta fram.
Herbergið og eykalagið um Forelskaða Sjónleikaran settu punktum, ið vildi nakað. Planet fekk eitt stuttligt, hóskandi og tónleikaliga hóskandi og umboðandi punktum.

Showmenn
Tá Planet tiltakið sum so hevði fingið ein enda, syrgdu Showmenn fyri víðari góðsku í tónleikinum.
Kim, Johannus, James og Jens Marni hava saman ment eina eind, ið ikki er til at vika. Har endar ikki galið, hvussi so víkir og vendir. Tað eru hasir dreingirnir ov tungir til.
Og henda manningin syrgdi fyri, at Planet gestirnir fingu eitt gott dansikvøld, eftir Planet gallaveitsluna og handanirnar.