Tað sigur Marjun F. Danberg, sum saman við hinum kvinnunum í Neistinum vunnu sær pláss í steypafinlauni í gjár.
Hóast tað ongantíð bleiv spennandi í seinnu hálvfinaluni, so vóru kvinnurnar úr Neistanum sjónliga fegnar eftir dystin, sum endaði við 25-20 sigri. Samanlagt vinnur Neistin 52-41.
- Tað er altíð stuttligt at vinna á Kyndil, tað er jú grannarnir hjá okkum, sigur bakkurin hjá Neistianum.
Leygardagin verður seinna hálvfinalan millum VB og Stjørnuna. Stjørnan vann fyrra dystin 25-20. Marjun hevur ikki eitt lið, sum hon heldur vil møta í finaluni.
- Vit taka tað liðið, sum vit fáa, og so taka vit tað harfrá, sigur Marjun F. Danberg.
Hoyr samrøðuna við Marjuna Falkvard Danberg undir greinini.