Jarðskjálvtin í Algeria fyrrakvøldið var ein av teimum hørðu og samstundis ein av teimum drúgvu. Úrslitið var eisini har eftir, meiri enn 550 deyð og næstan 5.000 løstað.
Amerikanskir jarðfrøðingar máldu skjálvtan til 6,7 stig á Richter-stiganum. Sjálvur miðdepilin var einar tíggju kilometrar undir jørð nærhendis býnum Thenia 70 kilometrar eystan fyri høvuðsstaðin Alger. Sjálvur høvuðsskjálvtin vardi nøkur sekund, men fleiri eftirskjálvtar gjørdu, at økið skalv í næstan fimm minuttir. Úr Spania verður sagt, at har merktu tey skjálvtan á suðurstrondini og á oyggjunum Mallorca og Ibiza.
Jarðskjálvtar eru ofta í Algeria. Í 1999 doyðu 22 fólk í einum skjálvta, og í 1994 kravdi ein jarðskjálvti 170 mannalív. Ta ferðina mistu 150.000 fólk hús og heim.